Friðaligt á Fiskamarknaðinum

Á Fiskamarknaði Føroya á Toftum er friðaligt í løtuni. Nakað av útróðrarfiski, og fiskur frá trolbátunum á Landleiðini er tað, sum selt verður

Fiskamarknaður

Á Toftum:
Tað er friðaligt á Fiskamarknaði Føroya í løtuni. Samstundis sum fleiri virki eru í summarfrí, liggja eisini fleiri av skipunum, og arbeiðsfólkini á Fiskamarknaðinum er eisini fleiri farin í summarfrí.
Tað er fyri tað mesta trolfiskur av landleiðini, sum landaður verður til og seldur á uppboðssøluni hjá fiskamarknaði Føroya á Toftum, verður sagt av Fiskamarknaðinum.
Hetta er tíðin, tá smærru trolbátarnir trola innan fyri tólv fjórðingar, og tað eru í høvuðsheitinum teir, sum lata nakað av týdningi til Fiskamarknaðin í løtuni, verður sagt. Tó kemur nakað av útróðrarfiski upp á land og verður hann so eisini seldur á uppboði hjá Fiskamarknaðinum.
Trolbátarnir fáa mest flatfisk, verður látið at á Toftum. Reyðsprøku og kanska mest tungu, siga tey.
Útróðri er nakað av, hóast fleiri virki ligja still, og týsdagin komu umleið 60 tons av útróðrarfiski til Fiskamarknaðin, verður sagt á Toftum.
Línuskipini hava hinvegin ikki landað í longri tíð. Men tað er einki óvanligt í tí. Fiskiárið er liðugt, tá august mánaði er farin, og fleiri teirra hava ikki meira at fara eftir. Eisini nýta menn høvi til at pussa upp, meðan virkini liggja still, so alt kann passast hvørt eftir øðrum.
Heldur ikki trolararnir hava verið serliga dúgligir á marknaðinum í seinastuni, siga tey á Toftum. Har verður hildið, at teir kanska selja nakað væl beinleiðis til virkini.
Men aftur her kemur, at fleiri virki hava ligið still vegna summarfrí, so trolaranir hava kanska í ávísan mun eisini ligið, verður mett.
Á Fiskamarknaðinum verður sagt, at hendan tíðin um ólavsøkuleitið er tann slakasta soleiðis á hvørjum ári. Og tað hava tey so eisini tikið við læru av á Fiskamarkanðinum og lagt sínar egnu summerferiur eftir tí.
Men tá nú fer at líða út í augsut mánaða, fer fiskivinnan aftur at vakna, og so verður vónandi aftur farið í gongd við fullari ferð, verður sagt.