Friðaligasta vikuskiftið í longri tíð

Sjálvt um stór tiltøk sum G í Gøtu og bryggjudansur í Havn hava verið um vikuskiftið, so hevði vælmannaða løgreglan lítið onki at gera Útpurring av fullum fólki og ólógliga parkeraðir bilar vóru stórt sæð einastu uppgávur, sum politiið í Havn og Runavík skuldu taka sær av í vikuskiftinum, sjálvt um stór tiltøk sum G og bryggjudansur við túsundtals gestum vórðu hildin.

Ongin harðskapur fór fram ? í øllum førum ikki sum løgreglan fekk boð um ? sjálvt um túsundtals føroyingar høvdu leitað sær til Gøtu frá hósdegnum og oman í Vágsbotn til bryggjudans leygarkvøldið.

Um tað var dýrdarveðrið, sum hevur ávirkað hendingarríka vikuskitið, kann bara gitast um, men okkurt kundi týtt uppá, at hetta hevur havt sína jaligu ávirkan.

Í sambandi við G hevði løgreglan í Runavík fingið hjálp úr Havn, og tað vóru á leið 20 løgreglufólk til arbeiðis ígjøgnum døgnið.

Sambært vakthavandi í bæði Runavík og í Havn gekk alt fyrimyndarliga fyri seg.

Undanfarnu árini hevur verið møguligt at steðga og parkera á landsvegnum omanfyri Syðrugøtu at fylgja G, men hetta hevði løgreglan sett forboð fyri í ár. Kortini vóru nógvir bilar ólógliga parkeraðir, sum løgreglan gav boð um at flyta.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hetta var náttina til leygardagin.

Vakthavandi í Runavík sigur, at bæði Reyði Krossur og Blái Krossur gjørdu eitt stórt arbeiði fyri, at alt skuldi ganga væl, og at hetta sá út til at eydnast til fulnar.