Fremstu dómararnir á skeiði í farnu viku

Altjóða dómaraeygleiðarin hjá FIFA, spaniumaðurin, Juan Antonio Marin tók lut á skeiðnum

Í farnu viku vóru dómararnir, sum skulu døma í effodeildini, og í 1. deild hjá monnum á skeiði, har altjóða, spanski dómaraeygleiðarin hjá FIFA, Juan Antonio Marin stóð fyri høvuðsundirvísingini.

 

Eitt av endamálunum við ferðini hjá Juan Antonio Marin til Føroya, var at leggja føroysku dómarunum lag á við teimum nýggju offside-reglunum í altjóða fótbólti, sum skulu fremja tað offensiva spælið.

 

Formaðurin í Fótbóltsdómarafelagnum, Petur Reinert metir, at dómarahópurin er væl fyri til komandi kappingarár. Hann eftirlýsir kortini eina ávísa rekrutering, bæði millum yngri dómarar, og ikki minst kvinnuligar dómarar.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Petur Reinert segði við Rás2 fyrr í dag.