Fremsta nýggjársbygdin til reiðar

Sent verður live frá nýggjárshaldinum í Vági.

Síðani sekstiárini hava vágbingar skipa fyri stórfingnum nýggjárshaldi. Og siðvenjan er ikki fánað, heldur hinvegin.

 

Nú er klárt í Vági til enn eitt brak av einum nýggjárshaldi. Nýggjársnevndin er til reiðar við stórfingnum fýrverki eftir miðnátt, og báturin, sum skal brennast, er komin á økið, ið nevnt verður Trýkanturin.

 

Báturin er prýddur sum víkingaskip við drekahøvdi og hala. Tað er Jacob Skaaning, ið so meistarliga hevur prýtt bátarnar seinastu árini, og listaverkið hesaferð stendur einki aftanfyri undanfarin avrik. (Sí mynd omanfyri).

 

Stórdansurin á Eiðinum í Vági verður hin størsti higartil, og fleiri bólkar fara á pall. All That Rain og Danny and The Veetos undirhalda yngru ættarliðunum, meðan tilkomin hava møguleika at swinga sær eftir tónum frá Hans Jacob Hjelm og Vinmonnum.

 

Í kvøld, um midnáttarleitið, verða fleiri møguleikar at fylgja nýggjárshaldinum í Vági á internetinum. Send verður beinleiðis frá DRONU, frá VEVMYNDATÓLI, og umvegis FACEBOOK LIVE.

 

Reidar F. Joensen fer at senda beinleiðis frá DRONU, sum fer at flúgva yvir Vági og senda beinleiðis frá kyndlagongu, báli og fýrverkinum. Leinkja til livestream hjá Reidar F. Joensen er   https://www.youtube.com/watch?v=WbIeYL5FBuA&feature=youtu.be 

 

 

Eisini ber til at fylgja við á vevmyndatólinum hjá Vágs kommunu, sum eisini sendir “beinleiðis” úr Vági. Leinkja til vevmyndatólið erá heimasíðuni vagur.fo.

 

Á Facebook síðuni hjá Nýggjárshaldinum í Vági verður eisini sent beinleiðis umvegis Facebook LIVE. Facebook síðan hjá Nýggjárshaldinum í Vági eitur “Nýggjárhaldið í Vági” – og finnur tú síðuna her   

https://www.facebook.com/N