Fremmandur fuglur í Oynni

Hóast Astri Luihn er millum fremstu listafólk og grafikarar okkara, so er hon, eins og so mangur annar, forkunnugur gestur at fáa hjá gallaríi í útjaðaranum. Í løtuni sýnir hon fram myndir í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Myndevnini eru í stóran mun fuglar, berg og landslag. Alt hetta í einum sýningarhøli, ið fyri teim mongu er líka ókent, sum fuglabergið, men sum tó fær vitjan av okkara fremstu listarfólkum

 

List


Gallarí Oyggin á Tvøroyri hevur verið virkið, síðani tað byrjaði. Og tað hevur eisini eydnast at fáa listarfólk og list í Suðuroynna og Oynna, sum annars er forkunnug uttanfyri høvuðsstaðin. M.a. hevur Tróndur Patursson sýnt fram og eisini hevur Zakarias Heinesen havt verk í Oynni. Og meira er í væntu.

Júst nú sýnir Astri Luihn fram. Talan er um málningar og grafikk. Hon telist millum teirra, ið av álvara fáast við grafikk í Føroyum - vit sóu hana í sjónvarpinum fyri viku síðani - og verk hennara eru ein forvitnislig blanding av foto, grafikki og málningum.

Føroyski áskoðarin er kanska ikki so vanur við grafikk. Heldur er tað vanliga føroyska ein landslagsmynd - helst oljumálningur - har ein kennir seg aftur. Nólsoyggin er helst mest margfaldaða oyggj í heiminum.

Myndirnar hjá Astri eru tó myndir, ið hugtaka eyguni. Litríkar og gevandi og í støðum hugkveikjandi. Myndirnar hava ávíst flog. Bæði so og so. Myndevnini eru í stóran mun fuglar. Nøkur heiti eru t.d. Í berginum, Lomvigaberg, Rituberg, Á flog, Dunna, Skarvur í skýming og mín sann eisini Landslag.

Vakrar myndir, ið hugtaka. Grafikkur er snøgg list. Her er tað handverkarin, ið hevur eyguni við sær, og sum síðani letur hendurnar og dugnaskapin endurreisa upplivingina. Eitt verk, skorið, snøggað, prentað, so vakurleikin vinnur á veruleikanum, og/ella øvugt.

Hyggur ein framvið í Gallarí Oynni innan 21. oktober, so eydnast tað at fáa eina veruliga grafiska uppliving. Astri Luihn er millum fremstu listarfólk okkara á økinum og tað prógvar hon eisini við hesi framsýningini, ið telur bæði smærri og størri myndir, ið allar hava flogið til felags. Føroyskar myndir, sum tó í støðum flyta áskoðaran heilt yvir í kinverska myndaheimin.

Nógv gott

ávegis í Oynna

Tað er Palle Julsgart, sum eigur og rekur Gallarí Oynna. Hann sigur, at Astri Luihn var til staðar, tá sýningin lat upp tann 20. september. Hon var sera væl nøgd við hølini. Fitt av fólki kom til ferniseringina, so har var einki at havast at, tí fleiri enn tað sama koma ikki til eina fernisering í miðstaðarøkinum.

Palle fegnast um, at t.d. Suðuroyar Sparikassi er trúgvur at stuðla við at keypa list, eins og ymsar fyritøkur stuðla, t.d. R. B. Thomsen og Injector Door.

Palle fæst sjálvur við at mála. Í Gallarií Oynni er hugnalig kaffistova - Café Art - har Palle sýnir nakrar av sínum málningum. Tvey snøgg framsýningarhøli eru til gestasýnararnar. Oyggin hevur samstarv við Norðurlandahúsið og er nú vorðið sjálvsognarstovnur, so stuðul eisini fæst úr Landsstýrinum. Og nakað er enn eftir á mál, sigur Palle, ið hugsar um ljósumstøður og parkeringsumstøður, har hann er í samstarvi við kommununa. Kring gallaríið er vakur aldingarður, ið er til fragd fyri vitjandi á summri.

Nógv forvitnisligt er í Oynni komandi tíðina. Helst er eisini spennandi hjá listarfólki at vitja suðureftir, tí Suðuroyggin hevur ikki verið nógv vitjað av okkara listarfólkum.

Tann 3. november letur upp framsýning við Olivur við Neyst. Fernisering verður klokkan 16 og Olivur verður til staðar. Hetta hevur hann eisini sjálvur lagt dent á, tí hann vil fegin vitja.

Í desember sýnir Øssur Mohr fram í Oynni. Í desember verður eisini jólahuglag í Oynni, við gløggi og jólahugna.

Zakarias Heinesen hevur áður sýnt fram í Oynni, men tá var talan um nakrar myndir, ið vóru ogn, tí málningar hansara heilt einfalt vegna sølu gingu undan til sýningina.

Men í 2002 fáa suðuroyingar aftur møguleikan. Tá vitjar hann aftur og er tá talan um søluframsýning.