Politiska skipanin í Føroyum er minni búgvin á summum økjum enn í grannatjóðum okkara. Nevnast kann trekleikin at gera semjur tvørturum miðjuna og tvørturum samgongumark, soleiðis sum vit síggja tað við óvilja Tjóðveldisfloksins at taka undir við at víðka Samhaldsfasta. Tá tað er sagt, so er skipanin meira búgvin á øðrum økjum. Mátin arbeitt verður uppá í grannalondum hóskar ikki altíð til føroysk viðurskifti, og kann meira enn so gera meira skaða enn gagn. Her verður serliga hugsað um pre-fabrikeraðar meiningar, parolur ella líknandi til fólk at skriva undir uppá. Vit eru eitt norðureuropeiskt land, har sjálvstøðug hugsan og sjálvstøðug formulering verður virðismett, og verður hetta vónandi ikki broytt óansæð, hvat man annars meinar um fullveldi ella ikki.
Ein sokallaður politiskt óheftur felagsskapur við tøttum tilknýti til Tjóðveldisflokkin roynir at samskipa eina herferð móti løgmanni, ið roynir samráðing heldur enn høpisleysa konfrontatión. Útyvir at vera illoyalt móti samgongufelaganum, so er tað sera hugstoytt at lesa, at finnast skal at Føroya Løgmanni ikki bara einaferð, men »við eitthvørt høvi«.
Í føroyskum politikki vísir tað seg bert at vera fullveldisfortalarnir, ið hava henda ótespiliga máta at arbeiða uppá. Onkur limur í Hesuferð, ið kanska hevur skrivað sjálvur, roynir heldur óbeskeðið at peika á respekteraðar organisatiónir sum Amnesty International, ið gera líknandi ting, og tykist tað sum um, at hann ikki dugir at skilja ímllum protestaktiónir og politiskt kjak.
At fangar verða píndir í suðuramerikonskum fangatippum er, vilja vit stillisliga pástanda, nakað heilt annað enn at Føroya Løgmaður samráðist við danir. Sea Sheperd felagsskapurin heitir eisini á fólk um at skriva ávís ting til ávísar móttakarar sum eina protestaktión, so tað eru ikki bert respekteraðar organisatiónir sum Amnesty International, ið nýta slíka framferð.
Framferðarhátturin hjá Hesuferð limunum er undir øllum umstøðum fremmandur fuglur í Føroyum, og vónandi verður tað eisini so framyvir.
Tað má bera til at leggja fram síni sjónarmið um eina ódámliga framferð, uttan at ávísir flokkar og einstaklingar, ið ikki hava ábyrgina av Hesuferð herferðini skulu áleypast. Fullveldisfortalarir mugu góðtaka, at teir hava eitt sjónarmið, ið ikki allir flokkar eru foreintir við ? meiningar eru ikki einsrættaðar í einum demokratiskum samfelag, óansæð um talan verður um fullveldi ella ikki.










