Fremmandir pengar tryggja vælferðina

Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovuni, sigur í sambandi við søluna av partabrøvum Fíggingargrunsins í Føroya Banka, at hann dugir ikki at síggja nakra grundgeving fyri, hví útlendingar ikki kunnu eiga allan Føroya Banka. Vælferðin lækkar, um ikki útlendingar sleppa framat í føroyska vinnulívinum í størri mun, sigur hann. Men hann leggur aftrat, at honum væntar grundgevingar frá Føroya Landsstýri fyri at selja partabrøv í júst Føroya Bank. Hví ikki Fiskavirking fyrst, spyr búskaparfrøðingurin

- Uppgávan hjá tí almenna er at sleppa sær av við leiklutin sum partabrævaeigari. Hin uppgávan er at syrgja fyri, at tað almenna ikki órógvar vinnuna og raksturin. Har haldi eg, at tað eru størri trupulleikar við til dømis Fiskavirking enn í Føroya Banka, sigur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovu Føroya.
Hermann Oskarsson heldur, at tað er skeivt at seta avmarkingar á partabrøvini. Hann sigur, at kappingin um partabrøvini skal vera frí, og at allir partabrævaeigarar skulu hava somu rættindi.
 - Eg havi ongantíð skilt, at mann vil seta avmarkingar á, hvør kann eiga partabrøv, føroyingar ella útlendingar. Eg haldi, at tað er gott fyri spjaðingina av risikoini, at úlendingar eiga partar av føroyskum vinnulívi. Um tað var vanligt virksemi, so sum Fiskavirking og aling, so meini eg, at útlendingar kunnu eiga alt, um teir vilja gjalda. Viðvíkjandi bankavirkseminum, so fari eg at ivast eitt sindur, men í núverandi løtu havi eg onga grundgeving fyri at halda, at útlendingar ikki kunnu eiga allan Føroya Banka, um teir vilja tað. Tað eru jú danskar lógir, sum regulera bankavinnuna her á landi, og tískil haldi eg, at tað kann gera tað sama, hvør eigur Føroya Banka, sigur stjórin á Hagstovu Føroya, Hermann Oskarsson.
Hann sigur seg tó taka fyrivarni fyri, at tað kann vera okkurt í bankalóggávuni, sum forðar fyri útlendskum kapitali.
 - Um onki forðar í bankalógunum, so haldi eg, at tað er býtt av Føroya Landsstýri at áseta grovari avmarkingar á partabrævaeigaran, sjálvt um hesin er útlendingur. Og so vítt eg veit, so er eigaraskapur av bæði finans-kapitali og øðrum kapitali eftirhondini vorðin fullkomiliga internationalur. Tað verður jú alt ov lítil eftirspurningur eftir partabrøvum í Føroya Banka, um mann ikki loyvir útlendskum kapitali ordiliga framat. Og vit vita, at tað eru øgiliga fáir sterkir føroyskir pengamenn, sigur Hermann Oskarsson, sum sipar til, at prísurin verður ov vánaligur, um útlendingar ikki sleppa til.
Hermann Oskarsson leggur afturat, at vit fara at missa vælferð, um vit ikki loyva útlendingum framat.
 - Hvørjaferð vit avmarka kappingina um okkurt í Føroyum, til dømis um partabrøv í Føroya Banka ella um onkra vøru, so verður hon dýrari. Alt verður tískil dýrari at reka, um man førir ein protektionistiskan politikk, og tað merkir minni vælferð. Og hetta er ikki upp á nakran máta ein spurningur um ideologi, sigur Hermann Oskarsson.
Altso sigur Hermann Oskarsson, at tað skuldi verið greitt fyri allar politikarar, hvørt teir eru vinstra- ella høgrasinnaðir, at tað er ikki ein gongd leið at avmarka kappingina, sjálvt um tað er í fíggjarheiminum. Hetta kann nevniliga fáa álvarssamar avleiðingar fyri føroyska búskapin, um vit ikki loyva øðrum kreftum framat, sjálvt um hesar eru útlendskar.
 - Føroyskir partaeigarir orka ov illa, tá illa veit við, sigur búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson at enda.

Les eisini:

"Fíggjarmálaráðharrin: - Tað almenna skal ikki dríva ein peningastovn"

"Andstøðan úttalar seg"

"Føroya Banki skal seljast: Uppskotið hjá Bárði Nielsen og Føroya Landsstýri"