Andrew av Fløtum og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu mikukvøldið útsetta dystin ímóti Ølstykke. Dysturin, sum var á útivølli, endaði við 2-0 til Fremad Amager. Martin Skov skoraði bæði málini. Andrew av Fløtum hevði tíðliga í dystinum tveir góðar møguleikar, men fekk ikki mál. Hann var tó við í seinna málinum, tí tá vann hann bóltin og legði upp til Martin Skov. Andrew var á vøllinum, til tað restaði eit tkorter. Tá var hann skriftur út.