Fremad fekk javnt

Hvørgin av Andrew av Fløtum ella Toda Jónsson vóru við í hópinum, tá ið Fremad Amager í dag fekk vitjan av Ølstykke. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, men sum skilst, vóru Fremad óhepnir ikki at fara við sigrinum. Teir raktu tvær ferðir yvirliggjaran, í einum dysti, sum annars ikki bjóðaði uppá nógvar málmøguleikar.

 

Við tí eina stiginum er Fremad Amager nú trý stig frammanfyri niðurflytingarvandan.