Eftir eitt gott korter legði nýggi málrevurin hjá Fremad Amager, Anders Jochumsen, heimaliðið á odda, men tað gingu bert 10 minuttir, so javnaði BSV. Gleðin var tó stokkut, tí fýra minuttir seinni var sami Jochumsen upp á spæl og skoraði til 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki sat Fremad Amager á øllum, men fleiri mál komu ikki í dystinum, sum Fremad Amager sostatt vann 2-1. Við sigrinum hava teir fult stigatal eftir tveimum dystum.










