Fremad Amager tapti í Brøndby

Tað gongur av skriðuni hjá Fremad Amager í løtuni. Í gjár vitjaðu teir eykaliðið hjá Brøndby, og tapti Fremad 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Samstundis vann nærmasti biðilin til 2. plássið, Brønshøj 2-0 á heimavølli ímóti Stenløse. Roskilde vann 3-1 á Slagelse á heimavølli, og liggur Roskilde nú langt fremst í 2. deild eystur. Roskilde hevur 55 stig, Fremad Amager 48 stig, Brøndby2 46 stig, og Brønshøj hevur 45 stig.