Fremad Amager nú ovast

Triðja umfar í donsku 2. deild er á skránni um vikuskiftið, og í morgun var felagið hjá Toda Jónsson, Fremad Amager á vitjan hjá KB. Undan dystinum lá Fremad Amager á einum deildum fyrsta plássi við full stigatali, og tí var eisini týdningarmikið at vinna dystin í morgun.

 

Tað gekk leingi javnt á í dystinum millum KB og Fremad Amager, og vit skuldu leita heilt fram til síðsta korterið av dystinum, áðrenn hann bleiv avgjørdur. Tá fekk Fremad Amager nevniliga tvey mál, og teir vunnu sostatt dystin 2-0.

 

Tað var Andreas Mortensen, sum tók sakina í egnar hendur síðsta korterið, tí hann var nevniliga maðurin handan bæði málini, og sostatt gjørdist hann eisini dagsins maður í Fremad Amager.

 

Við sigrinum er Fremad Amager nú einsamalt á odda í 2. deild eystur við níggju stigum, men Roskilde FC hevur møguleika at koma ájavnt við Fremad Amager, um teir vinna sín dyst seinni í dag.