Felagið váttar á heimasíðu síni, at nýggi eigarin hevur yvirtikið meirilutan av partapeningin.
Tað stendur einki í tíðindaskrivinum, hvør stendur aftan fyri nýggja felagið. Men fyri trimum vikum síðani kundu vit staðfesta, at Todi Jónsson er partur av ætlanunum.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Toda um málið, men á heimasíðuni verður víst til ein tíðindafund, sum verður týsdagin. Á hesum fundi verða framtíðar ætlanirnar við felagnum lagdar alment fram, eins og nýggjur stjóri verður tilnevndur.