Frem við føroyskari yvirskrift

Danska fótbóltsfelagið Frem hevur sum nógv onnur feløg eina heimasíðu, har tíðindi um felagið verða borin. Í løtuni er ein av yvirskriftunum á føroyskum. “Venjingarlega í La Manga i Spania” stendur á forsíðuni. Í greinini verður so greitt frá á donskum, hvat yvirskriftin merkir, og tað verður staðfest, at nýggi spælarin hjá Frem, Atli Danielsen, skal á venjingarlegu við føroyska landsliðnum á La Manga í februar mánaði.