Tað gongur av skriðuni hjá Frem. Í gjár fekk liðið hjá Atla Danielsen ein sekk uppá 4-1 í Fredericia. Hálvleiksstøðan var 2-0. Frem fekk ikki sítt mál fyrr enn í yvirtíðini, men tað bøtti lítið um støðuna. Køge tapti 3-0 í Silkeborg, hálvleiksstøðan var 0-0, men í 2. hálvleiki gjørdi Silkeborg bart. 2 umfør eru eftir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Køge og Frem spæla í Køge næstu ferð. Á síðsta leikdegnum tekur Frem ímóti Vejle, og Køge skal spæla í Gladsaxe ímóti AB.










