Í løtuni eitur einasti føroyingurin í BK Frem Andreas Lava Olsen. Í fjør taldi felagið tríggjar føroyingar, tá Bogi Løkin og Jónas Þór Næs eisini royndu seg har. Tríggir mans, sum eisini eiga sítt pláss á føroyska landsliðnum. Bogi Løkin er í dag aftur heima í Føroyum, meðan Jónas Þór Næs nú spælir í Íslandi.
Áðrenn teir spældi Atli Danielsen í felagnum frá 2007 til 2009, har hann varð kosin ársins leikari og eisini var varaliðformaður. Atli Danielsen spælir í dag við FC Roskilde. Eisini Jón Rói Jacobsen spældi við BK Frem. Hann royndi seg í tveimum skiftum, seinnu ferðina saman við Atla Danielsen. Jón Rói Jacobsen var nógv raktur av skaðum, raðfesti lesnaðin og spælir ikki fótbólt á høgum støði í dag.
Tað ger Gunnar Nielsen hinvegin, ið er tann føroyski leikarin, sum hevur flutt seg longst, eftir at hava spælt við BK Frem. Hann var í felagnum í tvey ár, áðrenn hann skifti til Blackburn Rovers og síðani Manchester City, umframt at hava verið útleigaður til Motherwell, Wrexham og Tranmere Rovers.
Ein annar leikari, sum eisini hevur roynt seg aðrastaðni enn í Føroyum, eftir at hava spælt við BK Frem, er Atli Gregersen. Hann spælir í dag við Víkingi, men royndi seg eitt skifti í skotskum fótbólti.
Felags fyri allar hesar eru, at teir eru - ella hava verið – landsliðsleikarar.