Dysturin í dag var í móti uppflytarunum FC Vestsjælland, sum hava staðið seg sera væl í ár og liggja nummar seks í deildini við 46 stigum.
Teir báðir føroyingarnir byrjaðu á beinkinum, og komu sum teir einastu útskiftararnir ikki á vøllin har Frem tapti 2-4. Undan dystinum hevði venjarin hjá Frem annars nevnt júst verjuna sum eina styrki hjá liðnum í vár, men fýra mál í dag og 54 tilsamans hava við sær, at tað bara er Kolding, sum eisini hevur latið 54 mál ígjøgnum, ið hevur so ótætta verju sum Frem í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Hetta hevur eisini við sær, at tað sær trupult út hjá Frem. Eftir sigurin seinasta vikuskiftið birtist ein lítil vón í Valby, men við einans fimm dystum eftir at leika, og sjey stigum upp til næsta liðið omanfyri niðurflytingarmarkið, sær støðan rættiliga vónleys út hjá teimum.