Danska 1. deildarfelagið Frem, har tríggir føroyskir spælarar eru við í hópinum, tapti báðar sínar dystir um páskirnar. Skírsdag spældi Frem ímóti Køge á útivølli, og teir taptu 3-2. Í gjár vitjan Lyngby í Valby, og Lyngby fór við øllum stigunum, tí teir vunnu 4-2. Jónas Tór Næss spældi báðar dystirnar sum høgri bakkur, meðan Atli Gregersen spældi eina løtu í dystinum Skírisdag. Gunnar Nielsen var eykamálmaður báðar dystirnar.
LesarabrøvLesarabrøv