Frem styrkti sína støðu

Kappingarneytarnir hjá Jón Róa og teimum fingu bara eitt stig mikukvøldið, tá ið Fremad Amager og Horsens eisini spældu javnt

Fyrsta umfarið í næstbestu og triði bestu donsku deildini vórðu útsett í vár, tí tað var frost í grasvøllunum.
Mikukvøldið vórðu fleiri av útsettu dystunum spældir. Millum hesar var uppgerðin millum Fremad Amager og Horsens í Sundby, sum endaði 1-1. Johan Byrial Hansen var allar 90 minuttirnar í Horsens verjuni, meðan Andrew av Fløtum enn eina ferð var á Fremad beinkinum. Hann slapp framat, tá ið ein hálvur tími var eftir.
Leingi sá tað út til, at Horsens skuldi vinna, men í 90. minutti javnaði heimaliðið.
Eingin ivi tykist vera um, at Horsens fer at flyta upp. SønderjyskE, sum er næstfremst, var á útivølli móti HIK, og har var úrslitið eisini 1-1.
Frem spældi tann dagin í vár, tá ið flestu dystirnir vórðu útsettir orsaka av veðri. Síðani tá hevur í støðuuppgerðini verið lagt uppfyri, at Frem, sum er á triðja plássinum, hevði spælt ein dyst meiri enn SønderjyskE. Tað hevur ligið í luftini, at harvið kundi roknast við, at SønderjyskE kundi fara trý stig framum Frem, tá ið teir høvdu avgreitt útsetta dystin. Mikukvøldið fór SønderjyskE bara eitt stig framum Frem, sum harvið upp á eina máta fekk styrkt um sína støðu, hóast teir ikki spældu.
Sunnudagin skal Frem á heimavøllinum í Valby spæla móti Fremad Amager. Tað vil siga, at møguleiki er fyri, at Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum fara at stríðast ímóti hvørjum øðrum í tí, sum verður nevnt stóra arbeiðaraslagið í høvuðsstaðnum. Frem og Fremad Amager hava altíð gingið undir orðinum at vera gomlu arbeiðarafeløgini í Keypmannahavn, og tað verður sagdur at fara at verða serligur glansur yvir uppgerðini nú sunnudagin, sum jú er altjóða arbeiðaradagurin, 1. mai.
Ein gamal kenningur í føroyskum fótbólti skoraði í næstbestu deildini mikukvøldið. Tað var Ulrik Balling, sum legði Vejle framum 1-0, tá ið Vejle á heimavølli vann 2-1 móti illa sperda B93.
John Petersen var á liðnum hjá Holsterbro, sum í evstu løtu á heimavølli javnaði til 1-1 móti Brabrand. John verður sagdur at eiga sentralan leiklut á Holsterbro liðnum. Eitt nú legði hann upp til møguleika, sum varð skammiliga misnýttur.
Christian Lamhauge Holst var, eftir at hava verið leikbannaður, aftur í Lyngby álopinum. Lyngby tapti 1-0 í Roskilde, og harvið versnaðu møguleikarnir hjá teimum fyri uppflyting.