Jónas Tór Næs og liðfelagarnir í Frem fingu einki við sær heimaftur, tá ið teir vitjaðu í Kolding um vikuskiftið. Fram var leikliga við yvirlutan, men Kolding var vandamikið i kontraspælinum, og hetta gav teimum eisini sigurin í dystin. Frem fekk ringa byrjan, tí Kolding skoraði longu eftir tríggjar minuttir. Kolding økti til 2-0 í fyrra hálvleik, meðan Frem minkaði seint i dystinum. Jónas Tór Næs spældi allan dystin á høgra bakki, meðan Gunnar Nielsen og Atli Gregersen sótu á beinkinum allan dystin.









