Eingir føroyskir spælarar vóru á vøllinum, tá ið Frem og Fremad Amager spældi í donsku 1. deild í gjár. Hjá Frem spæla tríggir føroyingar, og hjá Fremad Amager spælir ein. Bert ein av føroyingunum var við til dystin, og tað var málmaðurin Gunnar Nielsen, sum sat á beinkinum hjá Frem allan dystin. Frem og Fremad Amager fingu eitt mál í part, og harvið fingu tey eisini eitt stig í part burtur úr dystinum. Helst átti Frem at fingið meira við sær, men Fremad Amager hevði neyðuga hepni og fekk javnleik burturúr.