Frem og Atli vunnu stórsigur

Føroyski Atli Danielsen var við frá byrjan í morgun, tá ið BK Frem fekk vitjan av Køge, sum hevur fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, Henrik Larsen, sum venjara.

Køge stríðist heilt frammi næstbestu donsku deildini, meðan Frem stríðist í niðara endanum. Køge var tískil favorittur at vinna dystin, men hetta livdu teir als ikki upp til. Frem eyðmýkti Køge heili 6-0, og hevur tískil lyft seg yvir miðjuna í deildini. Frem hevur tó leikt ein dyst fleiri enn flest øll hini liðini.

 

Atli byrjaði dystin á vinstra bakki, men varð miðskeiðis í fyrra hálvleiki fluttur niðan á miðvøllin, har hann leikti ein skilagóðan dyst. Hann náddi at gera eitt upplegg sum førdi til mál, áðrenn hann varð útskiftur eftir 70 minuttum.