Jónas Tór Næs og liðfelagarnir hava framvegis ikki vunnið nakran dyst í donsku 1. Deild hetta kappingarárið. Um vikuskiftið spældi Frem dyst nummar 9, og eina løtu líktist tað sigri til Frem. Tí felagið í Valby kom nevniliga á odda 2-0 seint í dystinum. Tá nakrir minuttir vóru eftir at spæla minkaði Brabrand um munin, og í yvirtíðini gjørdi Frem sjálvmál, og harvið endaði dysturin við javnleiki. Jónas Tór Næs spældi ikki við hesaferð.










