Málmaðurin hjá Frem Jørgen Nielsen takkaði í gjár fyri seg. Jørgen Nielsen hevur valt at leggja størri orku í lesnaðin, og tí gevst hann nú at spæla fótbólt á høgum stigi. Jørgen Nielsen royndi seg eitt skifti í Liverpool, og annars hevur hann spælt fyri donsk feløg sum Nakskov, Næstved, Hvidovre og nú seinast Frem, har hann hevur vart málið í 238 dystum. Jørgen Nielsen er 36 ára gamal.