Fíggjarliga óskilið í Frem hevur higar til merkt, at spælarar sum Jimmi Klitland, Nabil Aslam, Theis Rasmussen og Fosu Boateng longu eru farnir úr felagnum. Og í vár gjørdist niðurflytingarvandin mest sum akuttur sum ein avleiðing av, at felagið varð dømt at missa seks stig.
Seinastu mánaðirnar hevur tó verið arbeitt við eini bjargingarætlan, og nú hendan er veruleiki, hevur DBU givið tilsøgn um, at felagið aftur kann skriva sáttmálar. Nakað sum venjarin, Anders Theil, er sera væl nøgdur um.
- Nú eri eg vísur í, at vit aftur kunnu arbeiða ímóti at fáa eitt sterkt lið. Nógvir spælarar hava áhuga í at koma til Frem, men uttan loyvi at skriva sáttmálar, er tað sjálvandi trupult at binda hesar. Nú gleði eg meg til eitt kappingarár, har vit hava somu treytir sum hini feløgini, sigur Anders Theil.