Frem spældi um vikuskiftið javnleik ímóti svenska felagnum Helsingborg í einum av seinastu venjingardystunum undan kappingarbyrjan. Jónas Tór Næss spældi allan dystin sum vinstri bakkur, og seinastu minuttirnar var eisini Atli Gregersen á vøllinum. Dysturin endaði 1-1, og tað eru tey í Frem væl nøgd við. Helsingborg er eitt sterkt svenskt lið, sum hevur fleiri góðar spælarar á liðnum.