Danska 1. Deildarfelagið Frem spældi um vikuskiftið venjingardyst ímóti Brøndby, og stórur munur var á liðunum. Brøndby vann fystin heili 4-0. Bæði Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen spældu við hjá Frem, men hvørgin spældi allan dystin, tí tað var dúgliga skift á liðnum. Frem fyrireikar seg til kappingarbyrjan, sum verður síðst í mars mánaði.