Frelsunarherurin tikið nýggj hús í nýtslu

Fríggjakvøldið var rættur hátíðardámur í Vági. Frelsunarherurin tók nýggju og stásiligu húsini í nýtslu. Við horntónleiki fór skrúðgonga úr gomlu húsunum til nýggju húsini, har eini 270 fólk vóru savnaði til víglsuna av nýggju húsunum

Frelsunarherurin tók fríggjakvøldið í nýtslu nýggju húsini í Vági. Frelsunarherurin heldur til í Havn og í Vági. Ymsar hava umstøðurnar verið tey mongu árini, hildið hevur verið til í Vági. Og hóast húsini, sum Frelsunarherurin seinnu árini hevur átt í Vági, ikki hava verið av leið, so hóskaðu tey ikki til tíðina og ynskiligt var eisini við meira plássi.
                      Og nú er bøtt um umstøðurnar.
 
Stásilig hús
Við hjálp frá Frelsunarherinum í Noreg kom í lag at byggja nýggj hús. Og í dag standa húsini liðug og kosta tey millum 3,5 og 4 milliónir krónur, tá alt er við. Húsini eru í tveimum hæddum og umframt er íbúð til forstandaraparið. Íbúðin er ikki full hædd. Húsini eru 21 metrar lang og 14 breið. Íbúðin er 9x14 metrar. Miðhæddin er til virksemi av ymsum slag við sali og øðrum. Kjallarin er stórur og er enn ikki innrættaður.
                      Fríggjaskvøldið var nógv fólk savnað til vígsluna og til at taka húsini í nýtslu. Úr Havnini komu nógv fólk og tað sigst, at ikki allir bilarnir sluppu við Smyrli hetta kvøld. Eini 270 fólk vóru komin saman til hátíðarløtuna.
                      Styrkt við hornblásarum úr Havn byrjaði kvøldið klokkan 19 við, at skrúðgonga við tónleiki fór frá gomlu húsunum til tey nýggju, eftir stutta takkarløtu fyri tey árini, ið hildið hevur verið til har.
                      Sangløta var síðani í nýggju hølunum. Klokkan 20 var sjálv vígslan og formliga vóru húsini tikin í nýtslu. Sámal Jákup Joensen leiddi sangløtuna.
 Hans Jørn Mølkjær, ið er verkfrøðingur og hevur staðið fyri bygging hjá Frelsunarherinum, handaði so lyklarnar. Hann handaði Donald B. Ødegaard lyklarnar. Hesin er kommandørur fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum og stóð hann eisini fyri sjálvari vígsluni.
                      Tá hann hevði fingið lyklarnar handaðar, handaði hann lyklarnar víðari til forstandaraparið í Vági, Eyðun og Irena Christiansen.
                      Hans Jørn Mølkjær greiddi í stuttum frá byggiætlanini. Hann frøddist um vælvildina og góða samstarvið við t.d. kommununa, sum eittnúi hevur staðið fyri arbeiðinum rundan um húsini.
                      Fólk frá ymsu samkomunum í Vági tóku lut í hátíðarløtuni og høvdu eisini orðið.
                      Gávur vórðu handaðar Frelsunarherinum í samband við at nýggju húsini eru tikin í nýtslu, bæði peningur og útgerð og kann nevnast gáva frá Vágs Kommuni og útgerð frá Formula.fo.
                      Seinni var drekkamunnur á skránni.
Leygardagin var løta fyri innbodnum og eini 100 fólk vóru til staðar. Sunnudagin var møti á morgni og hendan dag vóru eisini 3 soldátar innvígdir og eisini var barnavælsignilsi.  Eitt hátíðarmerkt vikuskifti fór afturum og Frelsunarherurin í Vági hevur nú góðar og stásiligar karmar at virka undir mitt í Vágsbygd.