Frelsunarherurin fer undir størri umbygging

Bygningurin hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu verður nú umbygdur. Talan er um eina størri umbygging, sum væntandi verður liðug í juli 2013.

Alt innan úr húsinum verður tikið niður og bygningurin verður síðani samanbundin við húsini í N. Winthersgøtu 4, sum fyrr var herberg.

Meginparturin av virkseminum flytur fyribils 100 metrar longri oman í Tórsgøtu, oman í Perluna og í Posthúskjallaran.

Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum í 1924 og keypti bygningin í Tórsgøtu tvey ár seinni í 1926.