Dagurin verður hátíðarhildin í Sali Frelsunarhersins Sunnudagin 29. Oktober kl 18.00.
Tá verður hátíðarmøtið við hornorkestrinum. Hornorkestrið fer at spæla nakrar marsjir og tónleikastykkir.
Eisini verða sungnir nakrir av teimum góðu gomlu stríðssangunum. Finngerð Djurhuus Olsen, fyrrverandi muskikkmeistari og núverandi varamusikkmeistari, fer at hugleiða um hornorkestrið upp gjøgnum árini.
Korpsleiðarin Astrid Hansen fer at deila eitt andaktsorð, og eftir samkomuna verður kaffi og lagkøka.
Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum, og tað hevði glett okkum ómetaliga at sæð so mong sum gjørligt til Føðingardagshaldið, siga tey í Hornorkestrinum í Frelsunarherinum