Frels okkum frá teimum frelstu

Á ferð í bili millum bygdir er tað komið fyri, at útvarpstólið av tilvild er enda á ‘Lindini’, og havi eg tá lurtað við sama nøtrandi forvitinskapi, sum tann ið kann draga okkum at vanlukkum og øðrum óhugnaligum hendingum – slíkar ið fylla okkum við øtan og andstygd, og sum kanska geva okkum grunsil um okkara egnu forgeingiligheit

Á heimasíðan hjá fyritøkuni verður sagt at “Lindin er kristiligt kringvarp, sum ikki er heft at nakrari ávísari samkomu.”

Hvussu verður hugtakið kristiligt kringvarp greinað? Og av hvørjum? At døma eftir tí eg higartil havi hoyrt í hesi útvarpsrás, man hetta vera tað mest ókristiliga postulatið, ið nakrantíð er komið mær fyri oyra. Tað er ikki bara hetta uppgjørda tosið ið kennist andstyggiligt – har verða eisini kynstur framd, ið best kunna samamberast við tær religiøsu Voodoo traditiónirnar í Vestur Afrika, á Haiti og í HYPERLINK "http://en.wikipedia.org/wiki/Louisiana_Voodoo" o "Louisiana Voodoo" Louisiana. Í ’Lindini’ rópa tey tað at taka ella ganga í forbøn. Hann náði tú okkum! Hetta var slíkt katólska kirkjan, í teirri myrkastu miðøldini, brendi fólk á báli fyri at útinna. At vera kristin og rættvísur tykist hjá summum her á landi at vera sammerkt við trongskygni mótvegis samkyndum, at banna fosturtøku, at halda at palestinar ikki eiga sama rætt sum ísraelar til at liva og til at verja teirra kæru. Tey ókristuligu mugu so vera tey sum royna at sleppa trongskygninum, sum dáma at fá sær ein lítlan av og á, og sum ikki ivast í, at Várharra gav okkum beinini, ikki bert at ganga til altars við ella at bukka í bøn, men eisini til at dansa við.

 

’Jesiss’klárar alt

Henda miðvísa mannvánda demagogiin stendur ikki eftir fyri tí óhugnaliga boðskapinum, ið verður terpaður inn í heilan á sakleysum smábørnum á teimum ekstremistisku koranskúlunum í Afganistan og Pakistan. Eins og mullarnir ræða smábørn til at ’fevna’ fundametalistisku islamismuni, soleiðis nýtir ‘Lindin’ ræðslumyndirnar og gandakynstrini til at ræða viðkvæmar sálir at ’taka ímóti Jesissi sum teirra persónliga frelsara’. Í fullum, superfrelstum álvara royna tey at billa sær sjálvum og áhoyrarunum inn, at ’Jesiss’ klárar alt´ - bæði óvirknar breyðristarar, uppslitin kulda-skáp og ólekiligt krabbamein. Og forbønirnar eru merkisvert sjálvsskoðandi: EG havi tað ringt, hjálp mær! EG eri sjúkur, ger meg frískan! EG mangli eina konu, gev mær eina! EG fái ikki bilin hjá mær í gongd, starta hann! Hvussu sleppi EG í himmiríki? Bið fyri mær, so at eg sleppi! Tað kann sjálvandi vera av tilvild at eg ongantíð havi hoyrt nakran í ’Lindini’ ganga í forbøn fyri palestinensiska fólkinum, fyri teimum svøltandi um allan heim, fyri neyðardýrunum sum ongan góðan hava, fyri bangnum, ungum gentum ið noyðast at fáa fosturtøku, fyri samkyndum ið verða forfylgd av teimum superfrelstu og ’rættvísu’. Heldur ongantíð havi eg hoyrt graml um samhuga við ’teimum glataðu’ – teimum umleið seks milliardunum av mannaættini, sum ikki hava ánilsi um, at lykilin til páradís er at finna í einum evarslítlum, verðsligum páradísi onkunstaðni í Norðuratlants-havinum. Bara VIT, tey rættvísu, verða frelst! Sektin liggur á, at tað bert eru nøkur fá túsind (ella eru tað í veruleikanum bert nøkur fá hundrað?) ið skula arvað Guds Ríki! So vítt eg dugi at skilja á lagnum, so verður dekani trongligt í svávulblotanum, meðan tað fer at verða sum hjá kongi fyri hvønn einstakan í páradísi.

Demagogiin, myrkatosið, slevjar úr etrinum, tá ið vit skulu sannførast um hvat treytirnar eru fyri okkum vanlukku menniskju at ’sleppa um perliportrið og inn í páradís til tað æviga lívið’. Altso: Ævigt lív! Altíð! Ongantíð doyggja! Beinleiðis hugsað ljóðar tað lokkandi, samanborið við teimum 70-80 árini vit búleikast í hesum jammurdali. Fyri ikki at hugsa um tað æviga alternativið! Kanska hevði eg verið ein meira altráur ’Linda-fjeppari’ um eg fekk eitt sindur meira at vita um, hvussu vit fáa hetta endaleysu lívið - ella tíðina - at ganga. Vit fara at verða æviga lukkulig, siga tey. Tindrandi, galdrandi lukkulig! Ikki eitt orð um hvat vit skulu taka okkum til, um vit fara at keða okkum tá ið eini 200-300 milliardir ár eru gingin. Ongin av teimum ’Lindaprædikantunum’, eg havi hoyrt higartil, hevur roynt at gera sannlíkt hvussu vit - ja orsaka eg sigi so - sleppa undan at keða okkum í hel. Men slík smáting eru kanska ikki nakað andríkir heilar fjasast við?

 

Her kundi eg enda hesum nyttisleysa álopinum ímóti vindmylnum, tí eg veit, at tann superfrelsti bert kennir ein ’sannleiki’. Og hann er altíð heimagjørdur, eintáttaður og sostatt óvitskutur. Jesus var meira fjøllbroyttur og tolerantur í sínum áskoðanum enn sum so. Hann skilti menniskja, og lærdi okkum um næstakærleikan.

 

Hvat er at trúgva?

Tað eru menniskju sum fegin vilja finna ’Jesiss’ men sum ongantíð finna hann, tí tey, sambært teimum ’superfrelstu’, ikki hava ta ’rættu trúnna’. Tey kenna seg veruliga at vera glatað! Nú hugsið eg ikki um ta ’ævigu glatanina’, men um tann lívsótta og ta deyðaræðslu, sum náðisleysa kravboðið hjá hesum ’frelstu sannheitsvitnini’ kveikja í viðkvæmum sálum. Mong av teimum eru at finna á sinnissjúkrahúsum. Hvat feilar hesum ’superfrelstu’, síðanni tey taka sær rætt til at ræða og fordøma viðkvæmar sálir við vitleysum ræðumyndum? Hvørji halda tey seg vera? Hvat er endamálið?

 

Eingin veit betur enn júst tey ’superfrelstu’ hvussu ómetaliga torført tað er at trúgva. Annars var ikki neyðugt at ákallað ’Jesiss’ í hvørjum andataki. Tað ger einans tann sum er bebbaræddur fyri ikki at verða frelstur. Hvør er hesin miskunnarleysi guddómurin, tey hava tilevnað? Hvør er hesin ’Jesiss’? Eg havi ongantíð hoyrt um hann fyrr enn nú í ’Lindini’. Sjálvur haldi eg meg kenni Jesus - og navnið hevur allar dagar verið útalað [JESUS], og hann hevur ongantíð hótt nakað menniskja við ævigari glatan í einum gløðandi svávulblota. Kanska er ’Jesiss’ ein nýggjur Messias ella Muham-med, ella er hetta bert ein hysteriskur framburður? Eins og tað er vorðið eitt mantra at framberað ’halleluja’ við hesari løgnu, hálvkvaldu herðingini á H’num, eins og hevur okkurt lagt seg um hvørkranar á supertrúgvandi dómadagsprædikantunum, ið forðar H’ ljóðinum í at sleppa ótarnað tvørturvið málbondunum. Hví kunna hesi fólkini ikki bara vera náttúrlig? Hví er tað neyðugt at skapa sær so? Lurtar ’Jesiss’ ikki uttan at tú skalt ljóða sum ein undirbrotligur ferðslusyndari við talubreki? Og hvat er ’Romm-brævið’? Er tað eitt nýtt, átrúnarligt bræv, hóast heitið meira sipar til tað spirituøsa hugasambandið ’romm’? Í nýggja testamenti hava vit annars eitt bræv, ið verður rópt ’Rómarabrævið’, og sum Paulus apostul stílaði til rómverjar. Er ’Romm-brævið’, skilvíst hugsa, stílað til býin Rom, og tískil hevur eittans ’m’ í ’Rom’?

Nú heldur onkur kanska at eg haldi ’Lindini’ fyri gjøldur. Halda meg vera ein fúlan gudsspottara. Lat tað so verða, men satt at siga kenni eg meg sjálvan verða hildnan bæði fyri spott og gjøldur av ’Lindini’. At tit øsa tykkum upp við metafysiskum gandakynstri og møsni og upplestri úr ’Rom(m)-brævinum’, og skrýða framførsluna upp við ’Hhhalelyyja’ og ’Jesiss’ og ’Amen’- stunan aftanfyri, gevur ikki rætt til at halda reiðilig fólk fyri gjøldur og fordøma trúgv teirra.

 

Trúgv og ivi

Ein og hvør kensla, ein og hvør menniskajasligur hugburður hevur sína andstøðu. Sorg/gleði. Kærleiki/hatur. Eldhugi/líka-sæla. Trúgv/ivi.

Tær mest torføru av hesum øvutbeintu kenslunum at rúma, mugu vera trúgv og ivi. Sorg og gleði eru ítøkilig. Vit nýtast ikki at hugtøla okkum so sterkar kenslur. Og man tað ikki eisini vera soleiðis við kærleika og hatri? Vit nýtast ikki at ganga á møtir ella á tjaldmissiónir fyri at grýpa í hesar kenslurnar. Tær koma av sær skjálvum, og hava tað í felag, at tær hava eitt objekt sum orsøk til at taka seg upp, og til at tær antin fána ella vara. Trúgvin hevur einki objekt. Hon er, um nakað, metafysisk, og at ’finna Jesus’ er ikki bara at siga tað. Tað krevur at tú trýrt treytaleyst. Tey sum veruliga trúgva, nýtast ikki at hópast í høllum ella í sirkustjøldum í uppøstum, hópsykotiskum fe-lagsskapi, og geyla ’Hhhaalelyyyja og Jesiss’ fyri at kenna frelsarin garterar í sær. Drívandi kraftin í hesum sansaloysi er deyðaræðslan, tann paniska ræðslan fyri at enda í tí ’gløðandi svávulblotanum’. Hópsykotisk sansaloysi hevur allar dagar verið próvgrundaða framdriftin, ið far ein og hvønn til, momentant, at trúgva, at hann trýr. Men ein verður valla meira frelstur av at tíggja sær sum undir making.

Tað er ivin og deyðaræðslan, ið tvinga tey ’superfrelstu’ til at objektiviserað hesar metafysisku kenslurnar, sum ’frelsa’ og ’trúgv’ eru. ’Prógvið’ er, at man er førur fyri at gera undurverk eins og ’Jesiss’. Summi ganga á sokallaðum bíbliuskúlum í Noreg fyri at læra kynstrini. Eg veit ikki hvat samsvarandi Voodoo-skúlingin í Vestur Afrika og á Haiti verður rópt, men innihaldi man vera tað sama. Tað er valla eyðmýkd, ið kúgar slíkar andar. Gud náði og troysti tey, tá ið tey mugu ásanna, at sjúk ikki verða lækt, kuldaskáp ikki umvæld, ella hjúnafelagar ikki fáast, bert við at ákallað ’Jesiss’.

 

Tað eru fólk ið trúgva. Trúgvandi, sum ikki hava fyri neyðini at halda ivanum niðri við gandakyn-strum og við at vera á hópsykotiskum andatrúarfundum.

Um Várharra veruliga vildi tað so, at trúgv okkara skuldi prógvast við gandakynstrum, falslæti og fordøming av reiðiligum og trúgvandi fólki um allan heim, so ivist eg ikki í, at milliardir av teimum, sum ivast líka so nógv í trúnni, sum tey ið varpa út úr ’Lindini’, høvdu tikið undir við teimum ’superfrelstu’.