Frels okkum frá ekspertunum

Problemið er ikki massin. Problemið er, at politiskir flokkar og hugsarir ikki megna at koma við radikalum og framtíðarrættaðum programmum fyri samfelagið

Agga Niclasen
meining@meyl.fo
----

Í hesi eksperttíð, har viðgerðar­staturin devaluerar meininga mannin við at fortelja honum, at hann ikki endiliga er tað sterk­asta ginnið í skápinum, og tí hevur brúk fyri hjálp at liva sítt lív, heldur hann nú eisini tað vera neyðugt at troka ekspertar inní ta løtuna, har vit eru allarmest sárbær og niðurnívd, og tí—vildi eg hildið!—høvdu allarmest brúk fyri okkara nærmastu.
Hetta eigur ikki at koma óvart á okkum, tí vit fáa umafturum at vita, hvat at hugsa heldur enn hvussu at hugsa. Og ikki at vera ov longi í bað, at áleggja sær ein ávísan máta at spæla við tíni børn uppá, nær tú skalt skola niður og, ja, lata konuna bestemma, hvussu oftani um vikuna tú skalt føla uppá teg sjálvan... tá tú ert í bað—og tí, totalt tufflandi, skaffa tær eitt yvirskegg súmboliserandi okkurt krabbaátak, kvinnur ella kvinnuligir menn hava funnið uppá saman við onkrum heilsuekspertum. Og, yvirhøvur, hvat at eta, slett ikki drekka, og als ikki roykja, hóast hetta skapar ekstrema løtugleði.
Ella bara við at demonisera trøll­vaksið fólk við forboðum og moraliserandi leiðreglum, sum sampakka við lívsstílin hjá sunna og serklóka miðalklassanum. Og, sjálvsagt, tað seinasta skríggið: at vanligi (post-) maðurin onki hevur at gera í politikki.
So, familjan fær nú ikki eingong frið og náðir at syrgja fyri tí alt­fevnandi vælferðarstatinum og pengahungrandi sálarekspertum. Um vit, familja og skyldfólk, í sjálvt hesum, tá ið veruliga á stendur, ikki eingong her sleppa at vera einsa­møll fyri terapeut-statinum, um familjan ikki eingong her sleppur at takkla sorg og sakn, veruliga, hvat tramasta hava vit so familjuna til? Eg meini, nær so skal familjan brúkast og traðka í karakter?
Og so í eini tíð, har fólk trúliga tørva sína nærfamilju og átrokandi einsemi, at menna intellektuella eg’ið, sum psykobransjan, um nakar, átti at vitað nakað um, bjóðar staturin massaterapi til massan. Fan­tastiskt.
Hví skal staturin senda eitt herlið av psykologum, psykiatarum, psykoterapeutum og psykopatum annars til ein vanlukkustað? Vissu­liga, høvdu vit spurt handa ekspert-riðilin, tá hevði svarið verið okkurt so ekspertsligt sum, “jú, tí hasi, ið hava tørv á at snakka, hava tørv á onkrum objektivum persóni, ið bara lurtar. Altso, b-a-r-a lurtar”.
Ókey, super, men nær hildu vit, vanligi fólkamassin, so uppat at vera “persónar”, og nær mistu vit, familja, skyldfólk og annar ópro­fessionellur ekspertmassi, førleikan at lurta? Og hvat er so eftir hjá familjuni at hava ræði og ábyrgd av?
Paul McMullan, fyrrverandi News of the World-journalistur, segði tað so gott, tó forbiið ótespiligt, og hvat gongur hond í hond við sosialdemokratisku ideologiini, nú eisini styðjað av Steðga pedofili í Føroyum: “Privatlív er hatta rúmið, har ring fólk gera ring ting. Privatlív er fyri pedofilar. Grundleggjandi, eingin annar hevur brúk fyri tí.”
Men um vit nú líka droppa “ekspert”-veitandi felagsskapir og ættarliðs-eitrandi barnaváttanina, Ann Mari og Mimmy, sum ikki síggja samfelagið fyri pedofilum, og hvørs skattaprosent eigur at dobblast, ikki fyri landasvik, men pillbýttheit, tá sært tú, at motivasjónin er tveyliðað.
Eitt, at av tí at allir aðrir respek­tablir og sálardrenandi vælferðar­statir gera tað, mugu vit eisini. Tvey, at vælferðarstaturin í alt størri mun er av tí hástóru fatan, at tess borgarir eru býttir, og at hann av hesum má blanda seg uppí alla­staðni. Tosa vit solidaritet, tá meinast við statsligan solidaritet, statsligi felagsskapurin. Aldri, Gud forbjóði tað, solidaritetur manna millum. So, onki “ekspertfrítt” og “statsfrítt” øki, tí grundleggjandi hevur eingin brúk fyri tí.
Tað vil siga, motivasjónin fyri statin. Fyri psykobabblarnir, eisini tveyliðað. Eitt, pengar. Tvey, at upphevja sín egna, yvirvurderaða betýdning.

Líka aftur til dinosaurarnar hava betri­vitandi ekspertar hild­ið fjøld­ina verið skraltóma, og at best var, um vanlig fólk ikki fóru uppí politikk, ella løgdu seg útí sam­ansett viðurskifti sum heild... tí tey mangla neyðuga serkunn­leikan.
Hugskotið, at vit mugu hava meiri ekspertisu í politikk og øll lívsins mál, líka inn í privatlívið, er tí ikki nýtt. Men eg haldi, fyri hvat tað er vert, at tað altíð hevur verið á øvutkoyrandi meðni í kjakinum um fólkaræði.
Tí hetta er eitt hugskot, ið heldur enn gjarna lýsir vanlig fólk sum óupplýst og hálvbýtt. At hevði tað ikki verið fyri statinum, stovn­um og stovum, so høvdu vit piss­að í havan hjá hvørjumøðrum og etið í City heldur enn at gjørt nakað so ósexut sum at runnið eitt hálvmaraton og vaska klæði við hálvari maskinkraft.
Og tá ið tað kemur til seri­øst politiskt kjak sosum undir­sjóvar­tunnlar, barnaváttanir og rætt­arvísindi, ja, tá er tað óforsvarligt at lata okkum práta við, fyri ikki tala um at bestemma.
Slíkt útsýni livir ídag, av tí at vit í yvirgearaðan mun eru farin at halda, at samfelagið hevur brúk fyri meiri serfrøði og minni ideologi. Meiri vísindi, minni passión. Fleiri tølum, færri sannføringum. Fleiri umráddum fólki frá elituni, færri klikkheysum frá fjøldini. Ella, og meiri ítøkiligt, slíkum fólki, ekspert-elskandi háborgarir sum Elin Michelsen og Jonhard Mikkelsen kunnu góðtaka. Fólk, ið eru annað enn bara, ja... postmenn.
Um nakað skilur fyrr og nú, tá er tað, at har tað fyrr vóru gomul konservativ mogghøvd, ið altíð hildu seg vita betri, og at tey ríku og ekspertar eiga at stýra illa-informeraða undirklassan, eru tað nú ungir herðataskuberandi lortendar við yvirvaksnum oyra­búffum – teir kalla seg vinstravendir rationalistar og humanistar – sum siga, at politikkur hevur brúk fyri fleiri serfrøðingum og færri prole­tarum.
Nýliga heksajagstranin av Kára P. Højgaard, sum í klunkum botnar í nøkrum so infantilum sum hvat mað­urin einaferð hevur arbeitt sum, er ikki sørt sigandi fyri hesar “mo­dernaðu CV-samlandi sosial­istar”.
At hoyra priviligerað umboð fyri arbeiðararørsluna gera gjøldur úr einum yrki, bert tí tað ikki krevur stórvegis skúlagongd, hevði fingið Marx at vent sær í grøvini.
Jú, væl trúði Marx uppá fólk­ið, og hann var ein fjeppari av menn­iskjasligari frígering heldur enn einum vælferðarstatsligum ‘avhengig­heits’-kulturi. Týdningar­mest, tó, var respektin fyri tí, at hava eitt arbeiði; ein moralsk síðustillan av øllum arbeiði. Eisini tí, ið umfatar ein bláan búna og knall­ert við tí skyldurøkjandi úrsliti, at eisini tey í Oyndarfirði fáa sín jólapost.
Afturat hesum hevur formaður Sjálvstýrisfloksins —s o frægt eg veit — aldri verið bangin fyri at arbeitt, hvat er væl meiri enn tú kanst siga um nøkur teirra, ið vóru á Vaglinum handa leygardagin í august og ikki kundu bara sær at klappa og flenna fjákut við Jonh­ardi eftir Kára.

Nútímans róp eftir meiri ser­frøði í politikk og privatlív er væl verri enn nakað aristokratiskt yvirlegni, tí tað er so forbiið ófólka­ligt og falskt. Umvegis tyranniska tøgn ella við at hava óskúlaða ar­beiðs­klass­an fyri rukku er rópið ídag trú­liga seriøst í síni roynd at for­vandla rímiliga-vitandi-fólk til eks­pertar, skumpa hesar inní alt politiskt og handa teimum ein nærum guddómligan status. So kveistr­andi, so altumvaldandi. So ódemo­kratiskt.
Ýlið “vit eru eisini serfrøðingar!” vitnar nettupp um eitt ekspert-des­perado. Bara umdoypanin, peda­gog til námsfrøðing, er ríviliga avdúkandi og ber á brá av vantandi sjálvs­áliti og virðing fyri sínum faki; tí er tað, at vit síggja hesa grund­leggjandi ótoleransuna fyri menniskja­sligum diversiteti við alt fleiri óskikk­aðum og láturligum symptom-viðgerandi diagnosum. Og so sjúkra-røktar-frøðingar-nir, hvørs yrki ikki er fatað av akademia, men er eitt umsorganarfak. Enn sum altíð. Og sálarfrøðingar, sum ikki eru serfrøðingar. Bara psyko­logar. Fakfólk, sum í besta føri hava ein evri førleika at fata nøkur sálarlig viðurskifti.
Tá vit so vónleyst ynskja prógv og serfrøði at verða lokomotivstjóri í føroyskum politikki, hava vit eina politiska kreppu. Grundin til, at politikarir hava mist sín moralska myndugleika og ikki longur føla, at teir eru førir fyri at taka av­gerðir, er søgulig og fløkt. Men konse­kvensurin er, at teir skipa upp sín myndugleika til vísindamenn, til “ekspertar”, hjá hesum at útvega sær myndugleika at taka avgerð—oftani ein avgerð, teir langtsíðani høvdu tikið, men vóru ov moralskt úrlatnir at skora ígjøgnum.
Men kreppan er vend upp og niður. Tí tað, sum er ein hugskots­kreppa í elituni, verður nú stillað út sum ein skynsemiskreppa í mass­anum. Men problemið er ikki massin. Problemið er, at politisk­ir flokkar og hugsarir ikki megna at koma við radikalum og framtíðar­rættaðum programmum fyri sam­felagið.
Problemið við fólkaræðinum er ikki fólkið, tess luttakarir, men tess innihald, ella eginliga mangul upp á sama. Og mest skuffandi er at síggja, hvusu serliga “sosialistiski” parturin av mentanarelituni hevur góðtikið idéina um, at tað er tann tolluti og ráðleysi borgarin, ið er tað demokratiska problemið.

Tað er einki óverdugt í tí at vera postmaður. At hoyra yvirklókar floksformenn umrøða ein annan floksformann “Kára Post” er tí ikki í ordan. Hvussu feitt er tað kanska at blíva kallaður Pylsu Poul?
Møguliga eru vit ikki so gløgg og yvirskrivaraslig sum nøkur av hasum mótmælis-geniunum á Vagl­inum í teirri ódámligu heksa­jakt av Kára P. Højgaard, men vit hava allíkavæl eina meining og moral, eitt brennandi ynski um og eina trásjúka langtan eftir sjálvræði, og, faktiskt!, tað er eginliga alt, tú hevur tørv á fyri at vera ein góður borgari og gera góðan politikk.
Vanligi maðurin bardist í øldir fyri politiskum og privatum sjálv­ræði, fyri rættin at gera moral, at gera politikk, at bestemma sína egnu og landsins lagnu. Av hesum er víðgongda girndin eftir ekspertum og dissanin av óekspertum serliga órógvandi — ikki minst tá ið tað kemur til mannasorg sum úrslit av vanlukku.