Frekur stuldur í Havn: Hava funnið pengarnar aftur

Frekur stuldur í Havn: Hava funnið pengarnar aftur

 

Løgreglan hevur nú funnið pengarnar aftur, sum vórðu stolnir í einum handli í Havn hóskvøldið.

 

Hetta var ein sjáldsama frekur stuldur, tí maðurin var farin inn á skrivstovuna í einum handli og hevði stolið eina stóra peningaupphædd.

 

Løgreglan hevur ikki viljað upplýst, hvønn handil, talan var um, ella hvussu stór upphæddin var, bara at talan var um eina størri upphædd.

 

Løgreglan lýsti eftir manninum alment og tað vóru rættiliga nógv fólk, sum vendu sær til løgregluna.

 

Norrøna lá í Havn og loysti hóskvøldið á veg til Hirtshals, og illgruni tók seg upp um, at maðurin var farin við Norrønu.

 

  Tey fingu eisini illgruna til ein ávísan ferðamann og eftir avtalu við løgregluna, tók manningin á Norrønu mannin í gjárkvøldið setti hann í klivan umborð.

 

Løgreglan sigur, at talan er um mannin, tey hava havt illgruna um.

 

Tað er ein 29 ára gamlan útlendingur og í kamarinum hjá honum varð peningaupphæddin, sum varð stolin, funnin, sigur Løgreglan í eini fráboðan beint nú.

 

Les eisini: Undir illgruna fyri frekan stuldur: Maður handtikin umborð á Norrønu í nátt

 

Tá Norrøna kom til Hirtsals í morgun, stóð politiið í Norðurjútlandi og tók ímóti manninum, sum nú er í varðhaldi hjá politinum.

 

Maðurin verður grundlógaravhoyrdur seinni í dag í Ålborg við tí endamálið at fáa hann aftur til Føroya, her hann skal førast fyri rættin.