Frekur og nútímans trudadurur

Í singer/songwriter kappingini í fjør vetur trein eitt nýtt talent á føroyska tónleikapallin. Petur Háberg vísti síni kynstur sum lagsmiður og sangari, tá ið hann vann seg í finaluna í kappingini.

Tað sum eyðkennir tónleikin hjá <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Petur Háberg er&quot;$?$end$!$Petur Háberg er</st1:PersonName$?$end$!$, at tað er kristin tónleikur í einum nútímans hami. Hóast Petur er ein sokallaður singer/songwriter, so eru løgini hjá Petur rættiliga rokk/poppkend. <BR>Tá ið Petur luttók í kappingini í fjør vann hann sær nógv hjørtu. Í finaluni var hann ein sannur puplikumsfavorittur. Hetta tók ongan á bóli tí at hann var sera undirhaldandi at hyggja og lurta eftir.
Hann er ein fínur gittarleikari, men hansara veruliga styrki er røddin. Hann syngur nokkso frekt og arbeiðir nógv við tí trýsti, ið hann leggur á røddina. Hetta gevur tónleikinum eina eyka dimensión.
Petur er ikki bangin fyri at greiða frá hvat ið løgini snúgva seg um, og hann smæðist ikki fyri at siga eina stuttliga søgu