Frekt spæl við kynsrollum

Leygarkvøldið fer norðurlendski sjónleikarabólkurin Subfrau at framføra leikin Pretty Subfrau á Tjóðpalli Føroya

Sjónleikarabólkurin er á rundferð í Norðanlondum við hesum nýggja leiki. Leikurin er sambært Tjóðpallinum eitt seksut spæl við kynsrollunum.

 

Í tíðindaskrivi skrivar tjóðpallurin:

Sýningin blandar uppfatanina av hvussu menn og kvinnur vísa sín seksualitet. Don Juan er maðurin sum etur konufólk til døgurða, maðurin sum tekur tað hann vil hava og skítur á himmal og helviti.

 

Í leikinum verða klassiskir forførarar, sum t.d. Don Juan, latnir í av nýggjum. Tekstirnir eru eftir m.a. Ibsen, Strindberg og Molière. Tríggjir persónar venda traditiónunum á høvdið.

 

Subfrau hevur seinastu fimm árini framleitt seks sýningar, sum allar viðgera uppruna, vald og seksualitet. Bólkurin er samansettur av 8 yrkis sjónleikarum úr Noregi, Svøríki, Finlandi og Ìslandi ? og allar gingu tær í sama flokki á Sjónleikaraskúlanum í Helsinki. Subfrau hava ferðast í øllum Norðanlondum og í Europa og hava fingið sera góð ummæli fyri sýningarnar:

 

Svensk bløð skrivaðu m.a. um Pretty Subfrau: ?Hart undirhald, full drøn á kassan ... nógv humor og energi ... ein veitsla fyri øll ... sveittut, skitið, frekt og vulgert, men fram um alt ótrúliga stuttligt.?

 

Sýningin er á Tjóðpallin leygardagin kl. 20.00. Atgongumerkir fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýningini, og tað verður bert ein sýning.