Freistingin var ov stór

Henrik Old
------------

Morgunin byrjar við, at Útvarpið boðar frá, at nú skal Rúsdrekkasølan hava opið leygardag.
Mín góði vinur vinur Johan Dahl og Vinnumaálráðið eru væl komin til ta niðurstøðu, at ov lítið kemur í kassan hjá Rúsuni, og tí ræður um at hava opið leygardag eisini – helst besti søludagur av øllum.
Tá ið Rúsdrekkasølan var samtykt fyri skjótt 20 árum síðani var sett í lógina: “Endamálið við hesi lógi miðjar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.”
Eg gangi út frá, at landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið biða løgtingið um at strika endamálið við rúsdrekkalógini.
Útvarpið boðaði í vikuni frá, at nógv ung hava einki arbeiði, so tað átti at verið nokk at trivið í hjá Vinnumálaráðnum.
Fyri stuttum var boðað frá í pressuni, at sølan av barnasodavatni frá Rúsuni við alkoholi í var eksploderað, so við nú at hava opið leygardag, so má mann væl royna at fáa tey eldru við eisini at seta met. So tað er kanska ikki so løgið, at freistingin at hava opið leygardag blívur so stór (pengar í kassan).
Stjórin í Rúsdrekkasøluni hamraðist um, at tað ikki kundi hava opið longu í morgin, leygardagin. So ein góð byrjan hevði væl verið næsta leygardag, páskaaftan.
Erliga hevði eg roknað við, at tá Sambandsflokkurin umsat rúsdrekkamál, at mann ikki fór at bróta við eitt 20 ára gamalt prinsipp um, at Rúsan ikki hevði opið um vikuskiftið, men man lærir so leingi man livir.
Hevur Fyribyrgingarráðið – núverandi Fólkaheilsuráðið – rátt til hesa stóru broyting í atkomiligiheitini av rúsdrekka?