Freistin verður tvífalt so long

Men um tey ikki byggja innan ásettu freistina, so fer Runavíkar kommuna at taka grundøkið aftur

Runavíkar býráð samtykti á fundi hóskvøldið, at leingja tíðarfreistina hjá teimum at byggja, sum keypa sær grundstykki í kommunalum útstykkingum.

Higartil hevur tað staðið í treytunum, at sethús skulu vera bygt á stykkið, áðrenn eitt ár er farið frá tí, at ognarbrævið er tinglisið.

Tekniska deild metti hesa tíðarfreistina at vera nakað stutta. Tí mælti hon til at leingja freistina soleiðis, at farið skal vera undir byggingina í seinasta lagi innan tvey ar frá tí, at ognarbrævið er tinglisið, og at byggingin skal vera liðúg og byggiváttan útskrivað í seinasta lagi trý ár eftir, at ognarbrævið er tinglisið.

 

Byggi- og býarskipanarnevndin mælti býráðnum til at taka undir við uppskotinum frá teknisku deild um broytingar í ognarbrævinum. Nevndin leggur dent á, at umsitingin fylgir ásettu freistunum soleiðis at grundøkir, sum ikki eru ábygd, verða tikin aftur.

Runavíkar býráð samtykti hóskvøldið at taka undir við tilmælinum frá byggi- og býarskipanarnevndini.