Freistin til NORDJOBB nærkast

Altjóða Skrivstovan søknast eftir føroyskum nordjobbarum. Freistin at søkja er 31. mai NORDJOBB er ein arbeiðsmøguleiki til ung millum 18-28 ár. Tað er ein norðurlendskur felagsskapur, sum gevur ungum møguleika at koma í hini norðurlondini at arbeiða eitt tíðarskeið millum mai og september. Treytin fyri at fáa arbeiði umvegis NORDJOBB, er at arbeiðstakarin er búsitandi í norðurlondum, og tosar norðurlendskt mál. Harafturat skal tann, sum søkir, vera í arbeiði í minsta lagi ein mánað.

Umsóknartíðin byrjaði 7. januar í ár, og evsta freist er 31. mai.