Á midnátt var freistin hjá politisku flokkunum at svara spurninginum frá Suðuroyar Oljuvinnuráð, um ein komandi oljuvinna skal savnast í Suðuroynni, úti. Tá Sosialurin tosaði við skrivaran í oljuvinnuráðnum á middegi í gjár, vóru tvey svar komin teimum í hendi.
Tummas Thomsen, skrivari hjá Suðuroyar Oljuvinnuráð, vildi ikki siga okkum, hvørjum flokkum, svar var komið frá, fyrr enn freistin var úti á midnátt. Men Sjálvstýrisflokkurin hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at hann hevur svarað oljuvinnuráðnum. Eisini hevur Hergeir Nielsen svarað fyri Tjóðveldisflokkin, og hevur hetta ført til stóra ósemju í Tjóðveldisflokkinum. Torbjørn Jacobsen er púra ósamdur við svarið frá Hergeiri Nielsen og vísir á, at Hergeir als ikki hevur fingið heimild at svara vegna flokkin.
Hvørji og hvussu nóg svar Suðuroyar Oljuvinnuráð hevur fingið til fyrispurningin, fáa vit at vita í næsta blað.










