Evnið í hesi ritgerðarkappingini, sum er tann 26. í røðini hjá Fróðskaparsetrinum, er »Gamlar bøkur«. Kappingin varð skrivað út á sumri 1999, og varð freistin tá sett til tann 1. august í ár. Nú er hon so longd til hálvan november.
Fróðskaparsetur Føroya sigur í tíðindaskrivi, at kappingin ikki krevur nakað fullfíggjað siðsøguligt granskingarverk. Tey vilja heldur leggja dent á eitt breitt sjónarhorn, har almenningurin fær høvi at vera við.
Um so, er, at fólk ikki halda seg til at skriva eina longri ritgerð, kann hon styttast, og evnið viðgerðast í brotum. Eisini ber til at senda bandupptøkur av samrøðum, sigur Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivinum.
Tey, ið ætla at lata inn handrit, skulu senda tað til:
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovauna
Handan Á 5
100 Tórshavn.