Freistin er hósdagin

Komandi hósdag skulu fýra persónar í stóra narkomálinum fyri Føroya Rætt. Sosialurin skilur, at ákærin fer at krevja varðhaldsfongslingina longda

Fýra persónar, sum mikudagin 16. januar vórðu tiknir eftir stóru húsarannsóknina hjá løgregluni, skulu hósdagin fyri Føroya Rætt.
Sum Sosialurin skilur fer ákærin at krevja, at hesir persónar fáa varðhaldsfongslingina longda. Enn hevur ákærin ikki gjørt endaliga av, hvussu framferðin í málinum verður.
Menninir, ið eru 27, 29, 33 og 35 ára gamlir, eru allir skuldsettir eftir revsilógini. Tað merkir, at hetta eru grovari lógarbrot enn um talan var um skuldseting eftir lógini um euforiserandi evni.
Tann 16. januar vórðu átta menn tiknir í Havn, ein í Klaksvík og ein í Danmark. Danin, ið tikin varð í Danmark, er nú komin til Føroyar at sita. Hann hevur aðrar freistir enn hinir.
Fimm av teimum níggju, ið vórðu tiknir í Føroyum, vóru til grundlógaravhoyring dagin eftir. Ein varð tá leyslatin, og hinir fýra vórðu varðhaldsfongslaðir. Tríggir teirra sita enn avbyrgdir, meðan hin bara er í vanligari varðhaldsfongsling.
Ein av teimum fýra, ið vórðu leyslatnir beinanvegin, varð handtikin eina viku seinni, tá fleiri prógv komu undan kavi. Tað vil siga, at tilsamans seks persónar sita varðhaldsfongslaðir í hesum stóra narkomálinum.
Hósdagin verður so næsti leikurin í størsta narkomálinum í Føroya søgu.