Løgmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.
Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1.1 mió. kr.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað, skrivar lmr.fo, og har sæst eisini nærri hvussu farast skal fram, tá ein søkir.