Freistin at søkja um ferðastuðul fyri fyrra hálvár 2014 nærkast. Letur tú umsóknina til ferðastuðul inn áðrenn 9. juli 2014, hevur tú peningin á konto tann 19. august 2014.
Taks skrivar á heimasíðuni, at freistin fyri at søkja um ferðastuðul nærkast í hvørjum.
Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Søkjast kann um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað.
Ferðastuðul verður veittur fyri í mesta lagi 220 dagar árliga, fyri hvønnarbeiðsgevara.
-Tað er týdningarmikið, at umsóknin verður rætt fylt út. Umsókn, ið ikki er rætt fylt út, verður send aftur til umsøkjaran. Verður hon tað, er vandi fyri, at peningurin ikki verður goldin út til tíðina, skrivar Taks á heimasíðuni.
Les meira á Taks.fo