Freistin at atkvøða er úti á miðnátt

Seinastu vikurnar hava lesarar av Planet.fo á tlf. 1930 givið sína meining, um hvør skal vinna hvørja planet. Freistin at verða við í avgerðini og í kappingini um góðu vinningarnar er úti á miðnátt í kvøld, mikukvøldið

Síðan 5. januar hava lesarar á Planet.fo atkvøtt millum tey tilnevndu til ársins planet heiðurslønir, ið verða avdúkaðar leygarkvøldið. Enn ber til at atkvøða, men á miðnátt mikukvøldið er freistin úti.
Ein serlig dómsnevnd hevur nú latið sínar atkvøður inn. Limirnir í dómsnevndini hava hvør í sínum lagi atkvøtt millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum.
Innkomnu SMS atkvøðurnar telja hin helmingin. Tá freistin at atkvøða er av, verða atkvøðurnar hjá fólki og dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður almannakunngjørt á Planet Awards á Hotel Føroyum.
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kalli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:

1. Samsung X830 fartelefon
2. Ipod Nano 4 Gb
3. Iomega eksternur harddiskur 250 Gb