– Vit hava eina pensjónskipan, sum leggur upp til, at pensjónistar kunnu freistast til formliga at skiljast, fyri fíggjarliga at fáa alt at hanga sama.
Tað sigur Kári P. Højgaard, sum hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum ein fyrispuring um pensjónsviðurskiftini hjá giftum og sambúgvandi pensjónistum. Løgtingsmaðurin spyr soleiðis:
– Heldur landstýriskvinnan, tá talan er um pensjón, at tað er rætt, at sambúgvandi skulu hava betri sømdir, enn hjúnarfelagar.
– Ætlar landstýriskvinnan í hesum samgonguskeiði at fremja neyðuga lógarbroyting, so giftir pensjónistar verða javnstillaðir við sambúgvandi.
Kári P. Højgaard sigur, at ásannast má, at pensjónsviðurskiftini hjá giftum pensjónistum eru nógv truplari, enn um hesi vóru sambúgvandi.
– Nógv hevur verið tosað um, at tað er órættvíst, at fólk sum velja at liva saman í hjúnarlagi skulu revsast fíggjarliga og fáa eina lægri pensjón, enn tey sum eru sambúgvandi. Tað er somuleiðis ein samfelagsavbjóðing, tá vit hava eina pensjónskipan sum leggur upp til, at pensjónistar kunnu freistast til formliga at skiljast, fyri fíggjarliga at fáa alt at hanga saman, sigur Kári P. Højgaard.










