Tórbjørn Jacobsen rykkir nú Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, eftir viðgerðini av nýggju vallógini, sum skipaði Føroyar sum eitt valdømi
Sosialurin hevur spurt øll 33 tingfólkini, um tey høvdu atkvøtt fyri einum uppskoti um at skipa Føroyar aftur í fleiri valdømi. Ein meiriluti av tingfólkunum siga, at tey høvdu atkvøtt fyri einum slíkum uppskotið, um tað var lagt fram á ting.
Tað var í oktober í 2007, at løgtingið eftir stutta og lítla politiska viðgerð, samtykti at broyta vallógina soleiðis, at Føroyar ikki longur var býtt sundur í sjey valdømi, men at landið nú skuldi verða eitt valdømi.
Fyri løgtingsvalið eftir nýggju vallógini varð hildið 19. januar í 2008. Í mars í ár legði Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, fram uppskot til samtyktar, ið hevði til endamáls at eftirmeta broytingina í vallógini.
Uppskotið varð samtykt 24. apríl við 19 atkvøðum fyri og fimm ímóti.
- Áleið eitt hálvt ár er runnið, síðani Føroya løgting samtykti at heita á landsstýriskvinnuna um at seta niður ein serfrøðingabólk at eftirmeta broytingarnar í vallógini eftir skiftið frá sjey til eitt valdømi, sigur Tórbjørn Jacobsen í viðmerkingum til ein grein 52 spurning, sum hann hevur sent Anniku Olsen um málið.
Tórbjørn Jacobsen vil hava landsstýriskvinnuna at svara hesum spurningum:
? Hevur landsstýriskvinnan sett niður ein serfrøðingabólk til at eftirmeta broytingarnar í vallógini frá sjey til eitt valdømi?
? Hvussu er virkissetningurin, ætlaður bólkinum, orðaður?
? Nær kann væntast, at umrøddi bólkur verður liðugur at skrivað álitið, sum løgtingið hevur samtykt, at landsstýrið skal leggja fyri løgtingið til aðalorðaskiftis?
? Um einki er hent samsvarandi løgtingssamtyktini frá 24. apríl 2009, hvør er so orsøkin til, at málið er komið í drag?