Ovastin fyri amerikonsku fregnartænastuni, Dannis Blair, kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann leggur frá í dag. Sjónvarpið ABC segði orsøkina vera, at Barack Obama, forseti, hevur ikki álit á Dennis Blair longur.
Fregnartænastan hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni. Eitt nú varð spyrja fólk, hvar CIA var, tá ein maður setti ein bil við spreingievnum á Manhattan, og hví fregnartænastan ikki avdúkaði mannin, sum royndi at spreingja eitt flogfar í luftina jóladag í fjør.
Sambært ABC eru fleiri um boðið at taka við stjórastarvinum eftir Dennis Blair, og tingingar eru longu við onkran, verður sagt.










