Ein hvør amerikanskur actionfilmur við virðing fyri sær sjálvum, hevur eina leikmynd við einum løgreglumanni, sum rennur eftir einum búrkroppi og at enda rópar »freeze«, og búrkroppurin steðgar sum var hann frystur.
Neyvan hevur hesin løgreglumaðurin, sum myndamaðurin hjá Sosialinum kom fram við í morgun, nakrantíð hevur rópt »freeze« eftir nøkrum. Eingin ivi fær tó verið um, at hann »kaldasti« løgreglumaðurin í landinum.
Hetta er synd, vildi onkur kanska sagt, men tað kemst ikki undan, at ein tann fremsti eginleikin hjá einum og hvørjum løgreglumanni er, at vera púra »kaldur«, tá ið á stendur. Rætt og slætt ísakaldur, soleiðis at hann ikki letur seg ávirka av støðuni, hann er í.
Í so máta má hetta vera landsins besti løgreglumaður. Tá Sosialurin steðgaði framman fyri honum í morgun, læt hann ikki við seg koma. Ei heldur, tá myndamaðurin trein út úr Snar og »skeyt« nakrar myndir av eftir honum, tóktist tað at rína við.
Framvegis var hann ísakaldur. Fullkomiliga óávirkaður av støðuni stóð hann í politigarðinum og eygleiddi, hvørjir bilar og fólk fóru framvið í Jónas Broncks gøtu í Havn; bíðaði eftir løtuni at sleppa at rópa »freeze« eftir onkrum.