Freedom kemur til Føroyar

Kendi sangarin og plátuvendarin, Freedom, kemur til landi hetta vikuskifti.

 


Mitt í øllum hesum frælisrokanum, sum hevur gjørt seg galdandi seinastu tíðina, stevnir ein bólkur við tí ógvuliga passandi navninum ?Freedom? til Føroyar. Um tað hevur nakað við Free Føroyar at gera er ikki gott at vita, men í øllum førum verður tað reint frælsi í Føroyum, tá ?Freedom? kemur at syngja fyri føroyingum. Freedom er ein dani, sum er vorðin kendur hesa seinastu tíðina. Í Føroyum er hann kanska einamest kendur fyri lagið ?Hang On?, sum m.a. hevur ligið ovaliga á ?15 teimum bestu?.

Veruliga navn hansara er Hans Henning Schmidt, og er hann 27 ára gamal. Hann hevur virkað sum DJ(plátuvendari) síðani á ungum aldri, og hevur verið ein av best dámdu og virknastu plátuvendarum í Danmark seinastu árini. Hann kendur fyri sínar framførslur, og sigast skal, at hann hevur rættiliga gott orð á sær. Og sambært fyrireikarunum, so hevur hann eisini eitthvørt forkunnugt við sær til Føroyar, ið hann vanliga ikki nýtir.

Við sær á ferðini hevur hann tvinnar dansigentur og ein mann, sum skal taka sær av ljóðinum. Stílurin hjá ?Freedom? kann sigast at vera poppur, sum kanska einamest vendir sær til tað yngra ættarliðið. Hetta sæst eisini aftur í, at fyrireikarnir hava valt at gera eina framførslu fyri fólki undir átjan ár. Hetta við poppinum er tó kanska mest galdandi fyri hansara seinastu útgávu, tí hann er hóast alt mest kendur fyri sínar snildir sum plátuvendari.


Okkurt serligt

Tað er Club 20, sum hevur tikið stig til at fáa Freedom til Føroyar. Fyrireikarnir siga, at teir hava í hyggju at geva sínum gestum eitt spennandi upplivilsi, sum kanska er eitt sindur forkunnugt. Club 20 hevur eisini roynt at gera okkurt serligt tiltak seinstu tíðina, og tað tykist sum um at fólki dámar tá okkurt serligt verður gjørt burturúr, sigur Martin Ansbjørn, leiðari í Club 20.

Tað verður eisini í Club 20, at hann kemur at spæla leygardagin. Ein framførsla verður leygardagin kl. 20 til 23.30, har aldurmarkið verður 14 til 18 ár. Eftir hesa framførslu fer Freedom at syngja fyri teimum vanligu Club 20 gestunum, sum eru átjan ár og omanfyri henda aldur.

Eisini fer Freedom at signera fløgur í 3´aranum leygardagin.

Lesið eisini samrøðu við Freedom í Sosialinum týsdagin.