Fredrikstad spældi javnleik 0-0 á heimavølli móti Tromsø í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Undan dystinum høvdu tey í Fredrikstad ikki verið nøgd við tað úrslitið, men sum dysturin lagaði seg er talan um eitt gott avrik og eitt gott úrslit.
Tá vóru bert 22 minuttir leiktir av dystinum, tá Stian Molde fekk reytt kort fyri tað, ið dómarin metti vera eina alt ov harða takkling.
Hetta broytti fyritreytirnar, men menninir hjá Mikkjali Thomassen stríddu seg til eitt stig.
Brandur Hendriksson kom á vøllin fyri Jeppe Kjær beint undan steðginum. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum frá norska TV2.
Fredrikstad er næstfremst í deildini við 21 stigum, bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Bodø/Glimt. Málið var trý stig í dag og at vera javnir við Bodø/Glimt í stigum, men reyða kortið til Stian Molde broytti tær fyritreytirnar.
Fredrikstad eru nú ósigraðir í bestu deildini og í steypakappingini í 13 dystum á rað.
Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Fredrikstad aftur móti Tromsø. Hesaferð á útivølli.